Eyðgunn: Vit virða verkfallsrættin

Eyðgunn: Vit virða verkfallsrættin
- Tað var ongantíð ætlanin, at starvsfólk, sum eru í verkfalli, skulu kenna seg hótt, sigur Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum
 
20.12.2017 - 09:14

Fleiri fakfeløg hava funnist at stjóranum í Almannaverkinum, Edvard Heen, tí hann skal hava hótt limir í Pedagogfelanum, sum eru í lógliga lýstum verkfalli. Men hetta var ongantíð ætlanin, sigur landstýriskvinnan í almannamálum.

Skrivið, sum Almannaverkið sendi út 15. desember, varð umrøtt í gjár, sigur Eyðgunn Samuelsen í tíðindaskrivi. 

Hon sigur, at skrivið frá Almannaverkinum vísir á, at vit hava øll eina ábyrgd ikki at fara frá einum øðrum menniskja, sum er hjálparleyst, men samstundis er greitt tilskilað, at Almannaverkið virðir verkfalsrættin, sigur Eyðgunn Samuelsen. 

- Eitt verkfall er ein ólukkulig støða hjá okkum øllum, men tað skal eingin ivi vera um, at bæði eg og Almannaverkið virða rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum heitir á partarnar um at taka samráðingarnar uppaftur alt fyri eitt.

Eingin semja fyribils

Men einki bendir á, at samráðingarnar verða tiknar uppaftur í bræði.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at hann hevur biðið partarnar umhugsa at seta ávikavist verkbannið og verkfallið úr gildi fyribils, og at samráðingarnar verða tiknar uppaftur millum jól og nýggjar. Men semja er ikki um tað, sigur hann.

Fyribils ger semingsstovnurin einki meira í hesum málinum, sigur Terje Sigurðsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815