Skattalætti í Amerika

Skattalætti í Amerika
Amerikanska senatið hevur samtykt størstu skattanýskipan í USA seinastu 30 árini. 51 atkvøður vóru fyri 48 ímóti
 
20.12.2017 - 10:21

Málið skal hava eina viðgerð afturat í umboðsmannatinginum, áðrenn Donald Trump, forseti, kann skriva undir nýggju lógina.

Tá uppskotið var til viðgerðar í umboðsmannatinginum, varð eitt mistak gjørt í lógartekstinum. Tí skal umboðsmannatingið atkvøða um málið eina ferð afturat.

Samsvar skal vera í báðum lógartekstum, sum senatið og umboðsmannatingið samtykkja.

Tá atkvøtt varð fyrru ferð í umboðsmannatinginum, vóru 227 atkvøður og 203 ímóti. 12 republikanarar atkvøddu ímóti uppskotinum.

Washington Post skrivar, at nýskipanin ber í sær, at 95% av øllum amerikanarum fáa skattalætta, men tað verða serstakliga tey, sum forvinna mest, ið fáa størstan lætta, skrivar blaðið.

Funnist verður eisini at stjórnini fyri ikki at hava sett nóg nógvan pening av til skattalættan, og at hann fer at hækka almennu skuldina í USA munandi.

Skattanýskipanin er hitt týdningarmesta málið, sum tað hevur eydnast Donald Trump, forseta, at fáa samtykt í kongressini, síðani hann tók við sum forseti í januar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595