Skattalætti endaliga samtyktur

Skattalætti endaliga samtyktur
Amerikanska kongressin hevur nú endaliga samtykt størstu skattanýskipan í USA seinastu 30 árini.
 
21.12.2017 - 10:01

Umboðsmannatingið samtykti í gjárkvøldið nýskipanina. 224 atkvøður vóru fyri og 201 vóru ímóti. 

Donald Trum, forseti, fer væntandi at skriva undir lógina fyrsta dagin.

Skattanýskipanin verður mett at vera størsti politiski sigurin hjá Trump, síðani hann tók við sum forseti í januar.

Inntøkuskatturin og felagsskatturin lækka, men tey, sum eru ímóti nýskipanini, siga, at bara tey múgvandi fáa ágóða av skattalættanum. 

Trump sigur, at skattaskipanin er ein søguligur sigur fyri amerikansku familjuna, arbeiðarar og fyritøkur. Hann sigur, at fyrstu úrslitini av nýskipanini fara at merkjast longu í februar.

- Nú verður rakett-brennievni latið á búskaparliga motorin, sigur amerikanski forsetin.

So stórar broytingar eru ikki gjørdar í amerikansku skattaskipanini síðani 1986, tá Ronald Reagan var forseti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129