Sáttmálin við Varðan Pelagic tann størsti higartil

Sáttmálin við Varðan Pelagic tann størsti higartil
Íslendskar fyritøkur skulu fylla nýggja virkið á Tvøroyri við maskinum og tøkni
Varðin Pelagic hevði reisigildi herfyri.
 
25.12.2017 - 10:15

Sáttmálin, sum Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur gjørt við íslendsku fyritøkuna Skaginn 3X um maskinur til virkið á Tvøroyri, er tann størsti, sum fyritøkan á Akranesi nakrantíð hevur gjørt.

Nýggja virkið á Tvøroyri fer at kunna arbeiða 1700 tons um samdøgrið. Tað gamla kundi pakka 1300 tons um samdøgrið.  

Skaginn 3X seldi og setti eisini upp maskinurnar í Varðanum Pelagic í 2012. Tá var Varðin størsta og best útgjørda virki av sínum slagi í heiminum.

Besta loysnin 

Við blaðið Fiskifréttir sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, at loysnin hjá Skaganum 3X er tann besta.

Ingólfur Árnason, stjóri í Skaganum 3X, sigur, at sáttmálin við Varðan Pelagic er tann størsti hjá teimum og sær vitandi eisini tann størsti, sum ein íslendsk fyritøka, sum ger tøkni til fiskivinnuna, hevur gjørt. 

Fleiri íslendskar fyritøkur, millum annað Frost og Rafeyri á Akureyri, skulu eisini lata útgerð til virkið á Tvøroyri.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885