Forstjórin farin til arbeiðis

Forstjórin farin til arbeiðis
Jóanis Erik Køtlum er evsti stjóri hjá umleið 1100 starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum
 
03.01.2018 - 10:51

Nýggi forstjórin í sjúkrahúsverkinum, Jóanis Erik Køtlum, hevði sín fyrsta arbeiðsdag í gjár.

Forstjórin, sum eisini er stjóri á Landssjúkrahúsinum, fer fyrstu dagarnar at seta seg inn í leiðsluuppgávur á Landssjúkrahúsinum, fíggjarviðurskifti, depilsleiðslur og at vitja deildirnar. 

Seinni í hesum mánaðinum er ætlanin at vitja á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum.

Jóanis Erik Køtlum hevur fyrr starvast 15 ár í føroysku heilsuverkinum, bæði á Landssjúkrahúsinum og í Heilsumálaráðnum. Hann hevur eisini verið stjóri í heilsuverkinum í Grønlandi.

Nýggi forstjórin er evsti stjóri hjá umleið 1100 starvsfólkum í føroyska sjúkrahúsverkinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425