Skiparin stóð á brúnni uppundir knæð í sjógvi

Skiparin stóð á brúnni uppundir knæð í sjógvi
Støðan umborð á uppsjóvarskipinum Nýborg kundi verið munandi verri, tá skipið um hálvgum fimm tíðina seinnapartin fríggjadagin fekk ein stóran sjógv
Støðan umborð á uppsjóvarskipinum Nýborg kundi verið munandi verri, tá skipið um hálvgum fimm tíðina seinnapartin fríggjadagin fekk ein stóran sjógv
Mynd: savn  
 
07.01.2018 - 09:59

Tað greiðir skiparin, Martin Midjord, frá í samrøðu við føroysku sjómansmissiónina.

Nýborg var áveg til makrelfiskiskap í ES-sjógvi, og lá miðskeiðis millum Føroyar og Hetland, tá ein sjógvur breyt tveir stórar rútar inn í bakborð á brúnni.

Sjógvurin fossaði inn á brúnna, niður gjøgnum leytarin og inn í fleiri kømur. Sjógvur kom eisini niður í galluna gjøgnum eymhettuna.

-Stýrimaðurin, sum sat beint við rútarnar, sum brotnaðu, merkti eitt óvanligt rull, hugdi upp og sá brotið koma. 
Hann leyp upp úr stólinum og ætlaði at leypa niður í leytarin, men fekk ikki tíð. Hann fekk bæði glaspettir og nógvan sjógv á seg og var slongdur yvir ímóti stýriborði. Sjógvurin kom skolandi yvir í stýriborð, tí skipið legði seg nógv av brotinum. Tað var so mikið nógv av sjógvi inni á brúnni, at eg stóð upp undir knæ við skiparastólin í stýriborð, greiðir Martin Midjord frá í samrøðuni við Sjómansmissiónina.

Maskinmeistarin fekk sligið streymin frá brúnni og restini av skipinum rættiliga skjótt. Annars kundi eldur komið í av yvirganginum. 

Eystur- og Vesturbúgvin vóru staddir har á leiðini, og fingu teir á Nýborg samskift við Eysturbúgvan um støðuna og fingu teir at ringja eftir tyrluni, tí stýrimaðurin hevði brotið armin í tveimum støðum og brotið øsubeinið av fallinum. 

Bjargingartyrlan kom á staðið, loraði ein mann niður og hann fekk tikið skadda stýrimannin upp í tyrluna, ið síðani fleyg hann á Landssjúkrahúsið. 

Eystur- og Vesturbúgvin fylgdu Nýborg móti Føroyum, til Brimil og Vædderen tóku yvir og førdu skipið á Runavík, har skaðin á skipið skal gerast aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558