- Vit mugu duga betri at selja okkara vøru

12.01.2018 - 09:00
InnlendisVinna
- Vit mugu duga betri at selja okkara vøru
Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum hevur mist fleiri kundar og tí hevur koyrt 147 fólk til hús

- Vit høvdu vænta minni eftirspurning, men at summir keyparar fóru frá 100% og niður á null, høvdu vit ikki roknað við, sigur Regin Jacobsen.

Í 25 ár hevur Bakkafrost framleitt frystar laksaportiónur, men tey seinastu tvey árini hevur henda framleiðslan givið hall, fimm krónur í miðal fyri hvørt kilo at frystum laksi. 

- Vit hava roynt at fingið nyggjar sáttmálar til ein betri prís, men kundarnir hava valt at keypa bíligari aðrastaðni, sigur Regin Jacobsen.

Kappingin er harðna á laksamarknaðinum. Bæði Kili og Noregi hava økt um framleiðsluna og hetta leggur trýst á tær frýstu vørurnar.

- Vit hava eina vøru í serflokki. Vit mugu bara duga betri at selja okkara vøru, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

Tað eydnaist ikki Bakkafrost at endurnýggja sølusáttmálar til rætta prísin, tí varð neyðugt at siga 147 fólkum úr starvið. Arbeitt verður við at fáa nýggjar sáttmálar í hús, so uppsøgdu fólkini kunnu koma til arbeiðis aftur á Bakkafrost.

Vit hava havt eina longri samrøðu við stjóran, Regin Jacobsen, um bakgrundina fyri íkomnu støðuna og framtíðina hjá føroyska alirisanum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV