Carles Puigdemont komin til Danmarkar

Carles Puigdemont komin til Danmarkar
Hetta er fyrsta uttanlandsferð hjá Puigdemont síðani hann fór til Belgia í útlegd, - men hann vildi ikki tosa við fjølmiðlar
 
22.01.2018 - 08:23

Carles Puigdemont skal eftir ætlan verða við í kjaktiltaki á lærda háskúlanum í Keypmannahavn seinnapartin í dag, og føroyski fólkatingslimurin, Magni Arge, hevur eisini vegna Tjóðveldi boðið honum á fund í Fólkatinginum. 

Hótta við handtøku

Spanskir myndugleikar hava hótt við at fáa spanska dómstólin at senda út nýggj boð í Evropa, sum skulu tryggja, at Puigdemont verður handtikin í Danmark og útflýggjaður Spania. 

Enn er eingin fráboðan komin um, at hann skal handtakast, skrivar DR.

Fólkaatkvøðan 

Loysingarleiðarin fór í útlegd til Belgia, eftir at hann í oktober stóð á odda fyri fólkaatkvøðuni um at Katalonia skal loysa frá Spania. Spanski myndugleikar søgdu, at fólkaatkvøðan var ólóglig, men úrslitið var, at níggju av tíggju, sum vóru á vali, vildu loysa frá Spania.

Tá katalonska parlamentið kortini kunngjørdi, at Katalonia er sjálvstøðugt, avgjørdi spanska stjórnin í Madrid at senda katalonska parlamentið til hús og skriva út nýval. 

Síðani vórðu boð send út um at handtaka Carles Puigdemont, - hesi boð vórðu ógildað 5. desember. Men í Spania eru framvegis boðini, at hann skal handtakast, um hann kemur til spania.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391