Kommunulæknar hava ongantíð biðið um heilsudeplar

Kommunulæknar hava ongantíð biðið um heilsudeplar
Kommunulæknar hava sjálvir gjørt eftir tilmælum í kommunulæknaálitinum frá 2010, sigur Kommunulæknafelagið
Fyrsti heilsudepilin skal vera í Klaksvíkar sjúkrahúsi.
 
31.01.2018 - 07:13

Kommunulæknafelagið vil ikki hava sitandi á sær, at broytingarnar á kommunulæknaøkinum, sum verða gjørdar nú, eru
ynskið hjá Kommunulæknafelagnum. 

- Tvørturímóti hava vit formliga mælt frá ætlanunum við heilsudeplum, sigur nevnd felagsins í tíðindaskrivi.

Í kommunulæknaálitinum, sum er frá 2010, biðja kommunulæknarnir ikki um heilsudeplar.

Kommunulæknafelagið sigur, at grundleggjandi viðmælini í álitinum, eru longu í fleiri førum framd í verki.

Og tað hava kommunulæknarnir sjálvir gjørt uttan hjálp frá politisku skipanini. 

Til dømis hava kommunulæknar tikið seg saman í størri eindir. 

Viðtalur, har bara ein lækni er, eru bara har kommunulæknin sjálvur vil hava tað soleiðis, ella har karmarnir ikki loyva øðrum.

Stórir heilsudeplar við nógvum ymiskum starvsbólkum saman fara ikki at loysa kommunulæknatrotið í Føroyum, sigur Kommunulæknafelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672