Skrokkurin skal smíðast í Litava

Skrokkurin skal smíðast í Litava
Skipasmiðjan Mest hevur skrivað undir sáttmála við skipasmiðjuna Western Baltija Shipyard í Litava um skrokkin til havrannsóknarskipið
 
31.01.2018 - 18:26

Ein skipasmiðja í Litava fer at smíða skrokkin til nýggja havrannsóknarskipið.

Skipasmiðjan Mest hevur skrivað undir sáttmála við skipasmiðjuna Western Baltija Shipyard í Litava um skrokkin.

Mest sigur, at hetta er ein skipasmiðja við drúgvum royndum, sum hevur smíðað skrokkar til skipasmiðjur í m.a. Noregi, Danmark og Týsklandi í mong ár.

Skrokkurin til havrannsóknarskipið, sum landið letur byggja, verður væntandi liðugur á sumri í 2019. . Skipið verður gjørt liðugt á Mest á Skála.

Nýggja havrannsóknarskipið verður 54 metrar langt og 13,6 metrar breitt, og tað skal verða liðugt á sumri í 2020.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167