- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú kunnu listafólk bjóða seg fram at prýða skúla
Nú kunnu listafólk bjóða seg fram at prýða skúla
Nýggi skúlin á Fløtum skal listprýðast. Øll listafólk eru boðin við.

Skúlin á Fløtum verður eftir ætlan liðugur í 2020.
Mynd: Tórshavnar kommuna
02.02.2018 - 07:51
Listafólk kunnu nú søkja um at sleppa at prýða nýggja Skúlan á Fløtum, bæði innan og uttan.
Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt av at geva øllum listafólkum møguleika at koma við uppskotum um at listprýða Skúlan á Fløtum.
Freistin at boða frá luttøku í útbjóðingini er til 1.mars.
Tey, sum hava boðað frá, verða síðani boðin á kunningarfund á grækarismessu.
Uppskot um listaverk skulu latast Listabólkinum í seinasta lagi 1.mai í ár.
Ætlanin er, at skúlin verður liðugur á sumri 2020.
Hálvt annað prosent av byggikostnaðinum eru sett av til at listprýða nýggjar bygningar hjá Tórshavnar kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























