- Fakfeløg standa sterkast saman

- Fakfeløg standa sterkast saman
Formaðurin í Starvsmannafelagnum mælir til, at øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum taka seg saman og krevja ein felags lønarkarm
 
07.02.2018 - 10:45

Starvsmannafelagið hevur aðalfund fyrst í mars, og tá fer formaðurin í frágreiðing síni at skjóta upp, at feløgini skipa okkurt slag av samtaki.

Súni Selfoss skrivar í Starvsblaðnum, at orrusturnar, sum hava verið á almenna arbeiðsmarknaðinum seinastu tíðina, vísa týðiliga, at skulu feløgini standa arbeiðsgevarunum kurl, má eitt yrkismeginfelag ella líknandi samtak setast á stovn sum skjótast. Kanska eitt felag, ið fer tvørtur um almenna og privata  geiran. 

Best um feløgini standa saman

Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at lønarkarmurin verður størri, um øll feløgini standa saman.

- Tað er øgiliga lætt nú at seta feløgini upp ímóti hvørjum øðrum, sigur hann og leggur afturat, at hvørja ferð, felagið fer til samráðingar, verður dentur lagdur á, hvat hini feløgini so skulu hava í mun til, hvat Starvsmannafelagið samráðist um. 

- Tað snýr seg um, at vit øll standa saman og kanska fáa meira burturúr enn, hvat vit kunnu fáa hvør sær, sigur Súni Selfoss.

Vil viðgera felags lønarkarm

Súni Selfoss vísir aftur, at hann kemur við uppskotinum um, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu krevja felags lønarkarm nú, tí Starvsmannafelagið kanska ikki hevur fingið so góðan sáttmála við Fíggjarmálaráðið sum onnur feløg, ið hava samráðst aftaná.

Súni Selfoss heldur, at Starvsmannafelagið fekk ein góðan sáttmála við arbeiðsgevararnar.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at hann ætlar at taka stig til at kalla feløgini saman at viðgera spurningin um ein felags lønarkarm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672