Áttu at sæð hvønn annan í minst fimm minuttir

Áttu at sæð hvønn annan í minst fimm minuttir
"Svarti kassin" á Mykinesi riggaði ikki, og hvørgin partur helt siglingarreglurnar. Her er ein samandráttur av vanlukkufrágreiðingini
Manningin á Mykinesi bjargaði øðrum manninum á Mars slakan hálvan tíma eftir samanstoytin.
Mynd: Alamy.com  
 
08.02.2018 - 13:38

Danska skaðanevndin hevur kannað vanlukkuna, tá glastrevjabáturin Mars og farmaskipið Mykines stoyttu saman í Skopunarfirði um náttina 31. august í fjør.

Báðir partar lótu ov seint við seg koma, og tí slapst ikki undan samanstoytinum. 

Hvørki skip ella bátur hildu siglingarreglurnar stendur í niðurstøðuni hjá donsku maritimu skaðanevndini. 

Niðanfyri verður tikið samanum frágreiðingina.

Samanstoyturin

Náttina til 31. august var glastrevjabátinum Mars áveg heim til Gomlurætt, eftir at hava sett kalvalínu vestanfyri Trøllhøvda á Sandoynni. Umborð á Mars vóru tveir mans. 

Báðir sótu í stýrihúsinum, tá teir varnaðust nøkur ljós. Á radarinum varnaðist eigarin, at talan var um eitt størri skip. Stutt eftir hómast eitt grønt ljós fyri framman, og báðir varnaðust, at stóra skipið sigldi beina leið móti bátinum. Eigari royndi tí at snara bátinum móti stýriborð, men tað var ov seint. Makkarin rópar til eigarin, at teir fara at stoyta saman og mugu sleppa sær úr stýrihúsinum. 

Farmaskipið Mykines var ávegis til Íslands úr Havnini. Á brúnni vóru skipari, maskinstjóri og 1. stýrimaður. Skipari varnaðist eitt reytt og hvítt ljós fyri framman, men so varnaðist hann eitt grønt ljós, og helt hann tí, at lítli báturin hevði skift kós. Stutt eftir varnaðist skiparin, at báturin var tættari, enn væntað. Skiparin royndi at snara skipinum, men hetta var ov seint, og bátur og skip stoyttu saman. 

Báðir menninir umborð á Mars vóru í stýrihúsinum, tá bát og skip stoyttu saman. Tað eyðnaðist tí eina manninum at sleppa út, meðan sjógvur skolaði inn í stýrihúsið. Tað eyðnaðist ikki hinum mannin at sleppa út. Báturin hvøldist skjótt og fór at søkka.

Ongar upplýsingar

Teir á brúnni á farmaskipinum Mykinesi og teir í stýrihúsinum á glastrevjabátinum Mars áttu at sæð hvønn annan í minsta lagi í fimm minuttir, áðrenn skipið og báturin stoyttu saman, sigur danska maritima skaðanevndin. 

Skaðanevndin kundi ikki brúka VDR-tólið ella "svarta kassan" á Mykinesi, tí hann riggaði ikki. Har var eingin skráseting á VDR-tólinum. Tá Mykines og Mars stoyttu saman virkaði manningin backup-funkuna á VDR-tólinum fyri at tryggja data til framtíðar kanningar. Men tólið umborð á skipinum riggaði ikki, sum tað skuldi, og einki varð goymt.

Sambært leiðbeining skal harddiskurin í VDR-tólinum skiftast fyri hvørjar 20-30.000 tímar. Harddiskurin í VDR-tólinum umborð á Mykines hevði koyrt í øllum førum 74.000 tímar. Smyril Line visti ikki um skalaða tólið. 

Skaðanevndin kundi tí ikki brúka upplýsingar haðani, tá hon kannaði vanlukkuna í Skopunarfirði. Ongar upplýsingar vóru í VDR-tólinum frá 30. mai til 1.september 2017. 

Ikki er kravt, at bátar til støddar sum Mars hava VDR. 

Milllum fimm og 13 minuttir

Skaðanevndin kann ikki siga við vissu, um tann, sum førdi Mykines, sá Mars í radaranum.

Skaðanevndin sigur, at Mykines og Mars høvdu millum fimm og 13 minuttir, har tey høvdu kunnað varnast hvønn annan og reagerað.

Seinastu fimm minuttirnar fyri samanstoytin áttu teir at hava sæð hin, bæði við eygunum og í radaranum.

Samanstoyturin hendi, tí báðir partar varnaðust hin ov seint og fingu tí ikki reagerað nóg skjótt til sleppa undan samanstoyti.

Tá skaðanevndin sigur, at Mykines ikki helt sína egna trygdarskipan, sipar hon til, at hann, sum førdi Mykines, helt eisini útkikk.

Útkikk burturav

Reglan hjá reiðaríinum er, at í mykri eigur ein av manningini buturav at halda útkikk.

Eingin á brúnni á Mykinesi varnaðist Mars fyrr enn nøkur sekund, áðrenn tað stoytti, og tá var ov seint at snara. 

Mars helt heldur ikki sína skyldu viðvíkjandi útkikki. Har umborð varð støðan ikki mett á nøktandi hátt og heldur ikki vandin fyri samanstoyti. 

Mars snaraði eftir røttum í stýriborð, men tað var ov seint. 

Skaðanevndin sigur, at "at kollisionen kunne ske forudsatte således handlinger og undladelser fra både Mykines’ og Mars' side."

Eftir vanlukkuna í Skopunarfirði fóru Smyril Line, sum eigur Mykines, og Sjóvinnustýrið undir fyribyrgjandi tiltøk.

Smyril Line kannaði mannagongdirnar á skipum felagins. 

Nýggj trygdarskipan

Ein nýggj trygdarskipan verður gjørd og sett í verk á øllum skipunum hjá Smyril Line. Yvirmenninir á skipum felagsins hava verið á tveimum seminarum um nýggju trygdarskipanina.

Sjóvinnustýrið hevur kannað VDRútgerðina hjá øðrum skipum hjá Smyril Line, tí hon virkaði ikki á Mykinesi. 

Niðurstøðan varð, at VDR virkar á øðrum skipum hjá Smyril Line.

Og Sjóvinnustýrið fer at leggja størri dent á at krevja frágreiðingar frá teimum, sum lata og seta upp útgerð á skipum.

Koma tey fram á okkurt, sum ikki riggar, eiga tey at boða skipasýni ella klassa skrivliga frá tí. 

Viðvíkjandi trygdarskipanini hjá Smyril Line fer Sjóvinnustýrið at vita, hvussu gongur við henni, tá næsta klassing verður í mars í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179