Skúlin kostar meira enn kommunan vil lata

Skúlin kostar meira enn kommunan vil lata
Heildarverk fór úr partalagssamstarvium við Fuglafjarðar kommunu, tí av fáir pengar eru játtaðir til skúlabyggngina
Nýggi skúlin í Fuglafirði skal vera liðugur á sumri 2020.
Mynd: Fuglafjarðar kommuna  
 
12.02.2018 - 13:05

Eftir at hava roknað aftur og fram nógvar ferðir, er niðurstøðan hjá smápartafelagnum Heildarverki í Fuglafirði, at nýggi skúlin fer at kosta meira, enn kommununan hevur sett av. 

Tí hevur felagið boðað Fuglafjarðar kommunu frá, at felagið fer úr partalagssamstarvinum um at byggja nýggja skúlan.

Felagið ger tó betongarbeiðið liðugt.

Tórfinn Nón, stjóri í Heildarverki, sigur, at niðurstøðan hjá felagnum er, at ikki ber til at byggja skúlan fyri 101 millión krónur, sum kommunan ætlar.

Heildarverk hevði undirveitarar til arbeiðið. 

Nakrar milliónir 

Tórfinn Nón vil ikki siga, hvussu nógvir pengar skilja partarnar, men talan er um nakrar milliónir, sigur hann.

Hitt arbeiðið, sum annars var í partalagssamstarvinum við Heildarverk, skal kommunan nú bjóða út í vanligum útboði.

Tað verður gjørt í vár, sigur borgarstjórin, Sonni á Horni.

Fuglafjarðar kommuna væntar ikki, at hetta fer at ávirka tíðarætlanina.

Skúlin skal verða liðugur á sumri 2020.

Býráðið hevur játtað 101 millión krónur til skúlan.

Um hann nú fer at kosta meira, ber ikki til at siga, fyrr enn tilboðini eru komin inn, sigur borgarstjórin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961