Hummarafelagið í øðini

bannari
12.02.2018 - 16:41
InnlendisVinna
Hummarafelagið í øðini
Vinnunevndin kann einki gera við, at hummarafelagið kennir seg til trongt til síðis av alivinnuni og hóttir við endurgjaldskravi á slakar 50 mió.
Mynd: Hummarfelagid.com  

At Hummarafelagið kennir seg trongt til síðis av alivinnuni, og hóttir við at fara í rættin við einum endurgjaldskravi uppá slakar 50 milliónir kr, fyri mist rættindi, kann Vinnunevndin einki gera við, tí tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum letur hummaraloyvini og landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum umsitur alivinnuna.

Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sum hevur fingið eitt hvassorðað hoyringarskriv frá Hummarafelagnum, nú nevndin umrøður nýggju alilógina.

Hvassorðað skriv

Hummarafelagið vísir í skrivinum á, at hummari er fiskaður síðani í 1947, og síðani í 1982 er fiskiskapurin ásettur í kunngerð, tann seinasta er frá 2014, tá loyvini fóru úr 50, niður í 40 loyvir. Samstundis er ásett, hvussu nógv kann fiskast í ymsu økjunum.

Felagið vísir eisini á, at hummarafiskiskapurin er minkaður við næstan einari helvt síðani í 2001, og at vaksandi alivinnan er orsøkin til tað.

Víst verður eisini á, at nógvur hummari doyr av vandamiklu evnunum, sum verða nýtt ímóti laksalúsini.

Hummarafelagið hevur verið í Vinnunevndini og greitt frá sínum sjónarmiðum. Nú fer Vinnunevndin at umrøða hoyringarsvarið, men forkvinnan í nevndini, Bjørt Samuelsen, vil ikki svara beinleiðis, um hon heldur tað vera rímiligt, at hummaraveiðan má minka so nógv í mun til alivinnuna.

Hummarafelagið vil hava endurgjald

Sambært Hummarafelagnum er royndin eftir hummara minkað við næstan eini helvt frá 2001 til 2016. Tað svarar til næstan 47 milliónir krónur, vísir ein uppgerð hjá felagnum, sum hevur fingið tøl til vega frá bæði Havstovuni og frá Hagstovuni.

Tí heldur felagið, at landsstýrismaðurin/menninir áttu at komið til sættis við Hummarafelagið um endurgjald. Endurgjaldið kundi verið munurin ímillum tað, sum nú verður fiskað og tað, sum kvoturnar av hummara hava verið seinastu nógvu árini.

Hummarfelagið sigur seg hava verið við til at fáa eina semju í lag fyri Sunduni Norður ímillum loyvishavarar á staðnum og Marine Harvest, sum báðir partar eru væl nøgdir við. 

Og landstýrismaðurin skal í minsta lagi bera so í bandi, at um økir verða tikin burtur av hummaraleiðum til alivirksemi, skal fult endurgjald verða latið til teir, sum fáa tap av avgerðini, sigur Hummarafelagið m.a. í hoyringsskrivinum.

Fleiri viðmerkingar

Vit hava roynt at fáa orðið á formannin í Hummarafelagnum, men tað eydnaðist ikki.

Hummarafelagið hevur eisini fleiri aðrar viðmerkingar, m.a. um at alifeløgini fara langt útum tey økir, sum tey hava fingið loyvi til at ala á, at alifeløgini ikki eiga at hava loyvi til at kanna sítt egna virksemi, og so sigur felagið eisini, at umhvørvisverndarlógin er alt lítið ítøkilig

Hoyr innslagið omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763