Ravmagnstilboð upp á tunlar

Ravmagnstilboð upp á tunlar
Tvey tilboð komu upp á arbeiðið at gera ravmagns- og trygdarskipanir í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum.
 
13.02.2018 - 09:02

Lægra tilboðið er frá Roxel AS, har føroysku fyritøkurnar, EL Service og LM Electric, eisini eru við. Tað er 146,7 milliónir krónur.

Hitt tilboðið er frá ABB AS og Kvinnherad Elektro AS, og er upp á slakar 159 milliónir krónur.

Fyri at fáa fíggingina til báðar tunlarnar til vega í 2016, meðan fíggingarmøguleikarnir vóru góðir, og rentan lág, vóru bara tunlarnir bodnir út.

Tunnilsfelagið sigur, at tað hevur ikki borið til at fáa projekteringina og útboðið av ravmagns- og trygdarskipanunum liðugt fyrr enn nú.

Váðin at bíða var ov stórur, og harumframt kundi arbeiðið upp á sjálvt tunnilsarbeiðið byrjað fyrr. Tí varð tunnilsarbeiðið boðið út fyri seg. 

Tilboðini upp á ravmagns- og trygdarskipanirnar verða nú kannað til tess at tryggja, at tey samsvara við útbjóðingartilfarið.

Ætlanin er at skriva undir sáttmála um arbeiðið í vár, sigur tunnilsfelagið. 

Tað gongur væl at gera Eysturoyartunnilin. 

Ein triðingur av tunlinum er sprongdur, ella tilsamans 3.770 metrar.

Í síðstu viku vórðu sprongdir 54 metrar á Hvítanesi. Har eru gjørdir 1807 metrar tilsamans.

Frá rundkoyringini suður móti Hvítanesi eru sprongdir tilsamans 153 metrar, og móti Rókini eru nú gjørdir tilsamans 185 metrar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040