Noyðast at góðtaka uppíblanding frá øðrum

Noyðast at góðtaka uppíblanding frá øðrum
Føroyar hava góðtikið ST-sátmálar og noyðast ti eisini at samskifta við ST, sigur landsstýrismaður
Sameindu tjóðir ráða ikki í Føroyum, sigur landsstýrismaður.
 
15.02.2018 - 09:23

Sum partur av altjóða samfelagnum sleppa vit ikki undan, at onnur leggja seg út í føroysk viðurskifti.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. í svari til Jógvan á Lakjuni, løgtingmann, sum spurdi um samskiftið millum Føroyar og ST.

Poul Michelsen sigur í svarinum, at vit hava sjálv avgjørt at taka undir við ST-sáttmálunum á mannarættindaøkinum og hava harvið bundið okkum til at samskifta við ST um hesi viðurskifti. 

Tað kann kanska tykjast margháttligt, at nevndir við umboðum úr minni framkomnum londum enn Føroyar geva føroyskum myndugleikum góð ráð. 

Tað skal tó eingin ivi vera um, at avgerðirnar um, hvussu vit skipa okkara samfelag, verða tiknar í Føroyum. 

Og soleiðis verður eisini í framtíðini.

Eiga at lurta eftir øðrum  

Men tað ger einki, um vit lurta eftir øðrum.

Jógvani á Lakjuni, løgtingsmaður, spyr millum annað, um hvørjir serfrøðingar hjá ST eru, sum hava hava mælt Føroyum til, at lógin um fosturtøku eigur at verða dagførd soleiðis, at gentur í Føroyum fáa somu atgongd til trygga og lógliga fosturtøku, sum gentur í meginlandinum, Danmark.

Í svarinum stendur, at 18 serfrøðingar eru í Barnarættindanevndini hjá ST.

Tey eru nevnd við navni og starvi í svarinum og úr hvørjum landi, tey eru.

Tey eru úr Togo, Barain, Marokko, Spania, Monako, Russlandi, Tunesia, Sambia, Egyptalandi, Etiopia, Sámoa, Japan, Uruguai, Venesuela, Noregi, Suðurafrika, Bulgaria og Eysturríki.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035