Torradagar uttan fiskivinnukjak

Torradagar uttan fiskivinnukjak
Í dag byrja torradagarnir í Klaksvík. Nógv spennandi er á skránni tó ikki fiskivinnukjakið, sum Klaksvíkar kommunu avlýsti fríggjadagin
Mynd: Torradagar á Facebook  
 
19.02.2018 - 10:03

Í dag byrja Torradagarnir í Klaksvík og vara restina av vikuni. Á skránni er millum annað fyrilestrar, listaframsýningar, tónleikur og renning.

Fiskivinnan eigur sum altíð eitt høvuðspláss á torradøgunum - og tað fer at síggjat aftur á bæði á matstovunum í býnum og á fyrilestrum sum eru á skránni, eitt um Flemish Cap. 

Men fyri fyrstu fer í fleiri ár er einki fiskivinnukjak. 

Klaksvíkar Kommuna avlýsti fríggjadagin fiskivinnukjakið. Kringvarpið skuldi saman við kommununi skipa fyri kjakinum har millum annað floksformenninir plaga at luttaka.

Sum tað hevur verið gjørt fyrr, so var ætlanini eisini í ár, at senda kjakið beinleiðis í kringavarpinum.

Les skránna her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952