MR-skannarin í tingið

MR-skannarin í tingið
Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um eykajáttan til Landssjúkrahúsið, so MR-skannarin kann nýtast gerandisdagar
Mynd: www.ls.fo  
 
19.02.2018 - 14:17

Skotið verður upp at játta Landssjúkrahúsinum 1,6 milliónir krónur afturat.

Verður skannarin nýttur meira, verður bíðilistin styttur hjá øllum, sum hava tørv á skjótari sjúkraviðgerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í viðmerkingunum til uppskotið.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur upplýst í einum svari til fyrispurning um MR-skannaran, at skannarin verður brúktur so nógv, sum starvsfólkaorka er til.

Skal skannarin brúkast meira, er neyðugt at hækka játtanina til sjúkrahúsverkið, ella umraðfesta virksemið, so minni orka verður brúkt til annað.

Sirið Stenberg upplýsti eisini í svarinum, at CT-skannarin verður brúktur hvønn gerandisdag, og eingin bíðitíð er til CT-skanning.

Skal MR-skannari brúkast hvønn gerandisdag, er tørvur á tveimum radiograf-ársverkum aftrat, og tað kostar umleið eina millión krónur um árið.

Verða fleiri kanningar gjørdar, fer tað eisini at kosta meira at gera myndagreiningar. Slíkar greiningar verða vanliga keyptar frá serfrøðingum uttanlands. 

Arbeiðir MR-skannarin fimm dagar um vikuna, verður eykakostnaðurin fyri myndagreiningar umleið 600.000 kr. um árið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040