Á fund um Hoyvíkssáttmálan

Á fund um Hoyvíkssáttmálan
Føroyar hava biðið Ísland um fund um Hoyvíkssáttmálan.
 
23.02.2018 - 07:38

Sambært Fiskifréttum hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður, biðið Guðlaug Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra, um fund um Hoyvíkssáttmálan, sum Føroyar vilja hava broyttan.

Nýggja fiskivinnulógin í Føroyum sigur, at útlendingar sleppa ikki at eiga í føroyskum fiskiskipum.

Íslendingar fáa sjey ár at fara úr føroyska fiskiflotanum.

Hetta er ikki samsvarandi Hoyvíkssáttmálanum, sum varð gjørdur í 2005. 

Íslendska felagið Samherji eigur í Framherja í Fuglafirði.

Íslendska Uttanríkismálaráðið heldur, at føroyska avgerðin er ørkymlandi og brot á Hoyvíkssáttmálan.

Ikki er greitt, nær Poul Michelsen og Guðlaugur Þór Þórðarson hittast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947