Veiðigjaldið seinkað

bannari
Veiðigjaldið seinkað
Politiska telvingin um veiðigjaldið er ikki liðug, og tí dregur tað út hjá Vinnunevndini at leggja álit fyri løgtingið.
 
23.02.2018 - 12:12

Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sum hevur sett veiðigjaldið á skrá fyri næsta fundin í nevndini, sum verður hósdagin í næstu viku.

Uppskotið um veiðigjaldið hevur verið leingi í Vinnunevndini. Nevndin bað um longda freist at viðgera uppskotið, men tann freistin var úti 16. februar. Enn hevur nevndin ikki biðið um longda freist frá formansskapinum, sigur Bjørt Samuelsen.

Kommunurnar missa milliónir

Eftir uppskotinum missa kommunurnar 8 milliónir krónur í inntøkum, tá veiðigjaldið er samtykt.

Kommunurnar hava gjørt vart við seg, tí tær halda tað ikki vera rætt, at landið samtykkir broytingar, sum hava við sær, at kommunurnar missa stórar upphæddir í inntøkunum.

Málið um pengarnar, sum skulu halda kommunurnar skaðaleysar av uppskotinum til veiðigjald, er ein av spurningunum, sum ikki enn er loystur, men hann verður umrøddur, sigur Bjørt Samuelsen.

Og semja er heldur ikki um, um verandi uppskot skal vera grundarlag fyri veiðigjaldinum. Tí verður eisini arbeitt við, og Bjørt Samuelsen sigur, at eftir øllum at døma verður uppskotið broytt, so veiðigjaldið ikki fer at krevja so nógv frá vinnuni, sum uppskotið leggur upp til.

Hetta eru alt viðurskifti, sum arbeitt verður við, og tí tekur tað eitt sindur av tíð afturat, áðrenn klárt verður at leggja álit fyri løgtingið, sigur Bjørt Samuelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576