Nýggj rúsdrekkalóg í Grønlandi

Nýggj rúsdrekkalóg í Grønlandi
1.  mars kemur nýggj rúsdrekkalóg í gildi í Grønlandi, ið hevur við sær at starvspláss skulu seta í verk rúsdrekkapolitik
 
26.02.2018 - 09:00

1.  mars kemur nýggj rúsdrekkalóg í gildi í Grønlandi.

Tá nýggi rúsdrekkapolitikkurin verður settur í verk, skulu øll arbeiðspláss við meira enn einum starvsfólki - privat og alment seta í verk rúsdrekkapolitikk.

Tað skrivar grønlendska heilsumálaráðið.

Men øll onnur, sum søkja kommununa um skeinkiloyvi ella loyvi at selja rúsdrekka, skulu eisini eftir 1. mars skjalprógva sín rúsdrekkapoltikk.

Agathe Fontain, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur við Sermitsiaq, at tað at orða rúsdrekkapolitikkin tryggjar, at arbeiðspláss veruliga taka støðu til, hvussu tey skulu loysa avbjóðingar í sambandi við rúsdrekka - t.d. um eitt starvsfólk hevur rúsdrekka-trupulleikar.

Hon sigur, at fleiri arbeiðspláss longu hava orðað sín rúsdrekkapolitikk, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329