Sonja spyr um ríkidømi

Sonja spyr um ríkidømi
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, vil nú hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, hvussu nógv tey ríkastu eiga
 
28.02.2018 - 09:41

Hon spyr, hvussu nógv ríkasta promillan, tað vil siga 50 tey ríkastu fólkini, eiga av øllum ognum í landinum, og hvussu stórur partur er kvinnur og menn.

Sonja Jógvansdóttir setur landsstýriskvinnuni tilsamans sjey spurningar um ríkidømi í Føroyum.

Hon sigur, at kanska eru Føroyar javnasta landið í heiminum, men kortini er ójavnin seinastu árini nógv vaksin.

Nógv bendir á, at fleiri føroyingar eru serstakliga ríkir, meðan 10%, liva í fátækraváða.

Spurningurin verður settur fyri at fáa øll tøl til vega, sum vísa, hvussu nógv av samlaðu ognunum, tey ríkasta eiga, sigur Sonja Jógvansdóttir í viðmerkingunum til spurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329