Vil hava skattafríar gávur

Vil hava skattafríar gávur
Joen Magnus Rasmussen í Fólkaflokkinum hevur skotið upp, at tann, sum fær upp í 5.000 krónur í gávu, skal sleppa undan at gjalda skatt av gávuni
 
01.03.2018 - 14:36

Eingin skal fáa meira enn 5.000 krónur skattafríar frá sama gevara í einum ári, og samlaða uppæddin av skattafríum gávum kann ikki fara upp um 30.000 kr. í einum ári.

Eftir galdandi lóg eru gávur vanliga skattafríar. Tó eru serliga ásetingar um gávur millum familjulimir.

Joen Magnus Ramussen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at eftir galdandi lóg kann gáva í stóran mun enda í landskassanum, hóast hon varð ætlað at hjálpa einum, ið hevur tørv á henni.

Og av tí at gávur skulu leggjast aftrat skattskyldugu inntøkuna, verða tær altíð toppskattaðar, sigur Joen Magnus Rasmussen. 

Taks hevur upplýst, at upplýsingar um inntøkur eru ikki útgreinaðar soleiðis, at tað ber til at siga, hvørjar fíggjarligu avleiðingar verða slíkari skattafrítøku, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011