FSF byggja nýtt hús við Tórsvøll

FSF byggja nýtt hús við Tórsvøll
Fótbóltssambandið ætlar at bróta verandi hús við Tórsvøll niður og byggja nýtt, heldur enn at um- og útbyggja tað gamla.
 
02.03.2018 - 13:12

Tað góðtekur Tórshavnar býráð, men treytin er tó, at útreiðslan hjá kommununi verður tann sama, sum longu er samtykt.

Hon er 63 milliónir krónur til alla vestursíðuna á Tórsvølli, tá meirvirðisgjaldið er talt við.

Starvsnevndin hjá FSF væntar at fáa betri bygning bæði viðvíkjandi innrætting og funktiónum. 

Fyrimunur er eisini, at hæddirnar á vestursíðuni verða bundnar saman við suðurendan í somu linju, tí verandi bygningur hevur fýra hæddir, tann nýggi fer at hava tríggjar hæddir eins og suðurendin. 

Broytingin kostar Fótbóltssambandinum 25 milliónir krónur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655