Skriðkykt kanska í dvala á Mars

Skriðkykt kanska í dvala á Mars
Mikroorganismur kunnu liggja í dvala í fleiri hundrað ár undir jarðarskorpuni. Tað er eisini galdandi fyri gongustjørnuna Mars, siga granskarar
 
05.03.2018 - 14:50

The Independent skrivar, at eftir óvanliga nógv avfall eftir glopraregn í Atacama-oyðimørkini í norður-Kili, eru tær farnar at ressast við.

Í oyðimørkini, har tað hevur verið hildið alt vera stein deytt, hava granskarar nú funnið mikroorganismur, sum hava ligið í dvala undir jørð í fleiri áratíggju, skrivar blaðið.

Lív kann yvirliva í 75 kuldastigum

- Gransking vísur okkum, at lív, sum yvirlivir í turrastu støðum á jørðini, eisini kunnu yvirliva í veðurlagi sum á gongustjørnini Mars, har tað er uppaftur turrari, og miðalhitin er millum minus 30 og minus 75 stig, sigur Dirk Schulze-Makuch, granskari við lærda háskúlan í Washington.

- Eg havi altíð verið hugtikin av at fara til støð, har menniskjan ikki heldur, at nakar kann yvirliva, fyri so at finna útav at lívið onkursvegna kortini hevur hórað undan, sigur hann við The Independent.

Saman við fleiri granskarum hevur Schulze-Makuch tikið jarðarroyndir í seks støðum í Atacamaoyðimørkini í tíðarskeiðnum frá 2015 - 2017.

- Mikroorganismur eru funnar fyrr í oyðimørkini, men tað var ikki vist, um hesar í veruleikanum stavaðu frá oyðimørkini, ella um vindur hevur borið deyðu leivdirnar frá øðrum støðum, sigur Schulze Makuch.

Vatn vekir mikroorganismur aftur til lívs

Men svarið kom eftir ógvusligt glopraregn, sum av álvara avdúkaði lívfrøðiligt virksemi.

Við ongum vatni eru mikroorganismurnar í dvala, men eftir glopraregnið ressaðust tær við aftur, og tillagaðu seg til lívið í harðbalna og turra umhvørvinum.

Í 2016 og 2017 vóru granskararnir aftur í oyðimørkini. 

Tað vísti seg, at somu mikriorganismur spakuliga vórðu farnar aftur í dvala, so hvørt sum jørðildið rundanum tey tornaði.

- Vit halda, at hesa mikroorganismur kunnu liggja í dvala í fleiri hundrað ár - enntá í túsund ár. Vatn vekir tær aftur til lívs, sigur Schulze-Makuch.

Eitt leitirúmdafar skal eftir æltan lenda á Mars í 2021, sum partur av ExoMars-verkætlanini.

Tað skal bora tveir metrar niður í jørðina og leita eftir teknum um lív, og granskararnir vóna at finna tekin, sum vátta tað, sum granskingin hevur víst, skrivar YLE.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770