Berin fær 30.000 frá Lions Club

Berin fær 30.000 frá Lions Club
Ágóðin frá árliga jólahugnanum hjá Lions Club Tórshavn í desember fór til Beran, boðar Lions Club í tíðindaskrivi
Johild Ziskason frá Beranum og Leif Ellingsgaard frá Lions Club Tórshavn, tá Berin fekk tær 30.000 krónurnar handaðar
Mynd: Lions Club  
 
07.03.2018 - 09:15

Berin hevur sorgarbólkar fyri børn, ung og avvarðandi, ið hava mist ein av sínum kæru, umframt nú eisini bólkum fyri børn við álvarsliga sjúkum foreldrum.

Felagið skrivar, at í áravís hevur Lions Club Tórshavn skipað fyri jólahugnanum í Plantasjuni í Havn, og hvørja ferð hevur okkurt vælgerðartiltak fingið ágóðan av, at seldar eru jóladekoratiónir og annað, ið kann hugna um í advents- og jólatíðini.

Hesaferð var tað so Berin, ið fekk ágóðan upp á 30.000 krónur, sum millum annað kann gagna arbeiðinum at stovna stuðulsbólkar fyri børn, ið hava álvarsliga sjúk foreldur.

Frammanundan hevur Berin í mong ár havt sorgarbólkar fyri børn, ið hava mist, men nú ætlanin eisini er at fáa hjálpt teimum børnum, ið hava álvarsliga sjúk foreldur, vil Lions Club Tórshavn gjarna rætta eina hjálpandi hond.

Umframt at skipa fyri sorgar- og hjálparbólkum, veitir Berin avvarðandi, vinum, fakfólki og øðrum ráðgeving, vegleiðing og stuðul, og eisini hevur Berin alment kunnandi og fyribyrgjandi virksemi, ið eitt nú kann vera fyrilestrar á skúlum og stovnum

Kjarnu uppgávan er at virka fyri, at sum frálíður skulu børn, ung og avvarðandi gerast betur før fyri at handfara sorgina, so tey lættari aftur kunnu fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425