Uppskotið um Hvalbiartunnil lagt fram

Uppskotið um Hvalbiartunnil lagt fram
Nýggi Hvalbiartunnilin skal verða liðugur í 2022, og skal í mesta lagi kosta 272 milliónir krónir.
Hvalbiartunnilin var liðugur í 1963, og er elsti tunnil í landinum
 
08.03.2018 - 07:11

43 uppskot vórðu løgd fyri tingið í gjár, nú seinastu framløgudagur var.

Millum uppskotini, er uppskotið frá Henrikki Old, landsstýrismanni, um at gera nýggjan Hvalbiartunnil.

Sambært uppskotinum verður nýggjur tunnil verður gjørdur av Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági. Hvalbiarmegin verður landsvegur gjørdur frá tunnilsmunnanum til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn.

Tunnilin verður umleið 2,5 kilometrar langur, og eftir ætlan skal hann verða liðugur í 2022.

Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 272 mió. kr.

Núverðandi Hvalbiartunnil var liðugur í 1963 og er elsti tunnil í landinum.

Og tingmennirnir Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen, Jacob Vestergaard, Heðin Mortensen og Kristin Michelsen hava lagt uppskot til samtyktar fram um, at vegurin og tunnil til Fámjins skal bjóðast og gerast í sambandi við gerð av Hvalbiartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329