- Javnstøðulógin er afturúrsigld

08.03.2018 - 12:55
Innlendis›Samfelag
- Javnstøðulógin er afturúrsigld
Tað heldur Lív Paturson, samfelags- og kynjafrøðingur, og hon heldur, at vit mugu skipa og fáa ferð á javnstøðuarbeiðið við eini skrivstovu.

Altjóða kvinnudagur er í dag, og javnstøða millum kynini verður úti og heima sett á breddan.

Í Føroyum hevur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna júst lagt úr hondum sín javnstøðupolitikk, løgtingið hevur havt aðalorðaskifti um hann, og 27 ítøkilig átøk eru sett á skrá tey komandi árini fyri at broyta hugburðin, fyri at minka um gjónna, sum á ymsan hátt er millum kynini, fyri rætt og slætt at fáa formligu javnstøðuna í lógini at gerast veruleiki í gerandisdegnum eisini.

Lív Paturson er samfelags- og kynjafrøðingur. Afturat tí er hon feministur og limur í Javnstøðunevndini og Demokratia.

Hvat heldur hon persónliga hevur størstan skund at fáa framt í verki fyri at fáa ferð á javnstøðugongdina?

Hoyr samrøðu við Lív omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928