Ferðamaður ringdi eftir hjálp

Ferðamaður ringdi eftir hjálp
Útlendski ferðamaðurin var staddur á Villingardalsfjalli við Viðareiði, og tordi ikki at ganga omanaftur, tí har var hált
 
13.03.2018 - 18:29

Boð vóru í dag eftir tyrluni hjá Atlantsflogi at hjálpa útlendska ferðamanninum. Ferðamaðurin visti ikki hvar hann var, - annað enn, at hann var norðanfyri Viðareiði.

Løgreglan bað hann tí taka eina mynd av útsýninum har hann var, og leggja hana á sín facebookvanga.

Løgreglan fekk síðani samband við ein bónda á Viðareiði, og hann gekk niðan til mannin. Tá var ferðamaðurin illa fyri og kaldur, og tað var bóndin eisini. Tí varð ikki ráðiligt hjá teimum at ganga omanaftur, og boð vórðu tí send eftir tyrluni. 

Tyrlan flutti bóndan oman í bygdina aftur, og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar og at fáa hitan aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026