Leitar eftir høli til Tjóðsavnið í miðbýnum í Havn

Leitar eftir høli til Tjóðsavnið í miðbýnum í Havn
Starvsfólkini á báðum stovnum skulu undir sama tak, sigur landsstýriskvinnan
Úr Tjóðsavninum í Hoyvík.
 
16.03.2018 - 11:57

Mentamálaráðið er farið at leita eftir hølum í miðbýnum í Havn til Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið.

Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tá nýggi samleikin hjá Tjóðsavninum varð almennur í gjár.

Rigmor Dam segði, at leingi hava søvnini viljað havt betri høli, bæði til goymslu, starvsfólk og framsýningar. 

Eitt nú vilja tey hava framsýningarhøli í miðbýnum í Havn, so fleiri lættari kunnu støkka inn á gólvið at læra um okkara ríku mentanarsøgu og náttúruríkidømi. 

Eisini vilja søvnini, at starvsfólkini á Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum sum skjótast koma undir somu lon at arbeiða.

Rigmor Dam segði, at tey í Mentamálaráðnum longu eru farin undir at kanna møguligar loysnir hesum viðvíkjandi. 

Og hon lovaði, at hennara lutur skuldi ikki liggja eftir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028