47 ára gamli maðurin doyði av skallabroti

47 ára gamli maðurin doyði av skallabroti
Tað sigur løgreglan, eftir at líkskoðan hevur verið av manninum, sum sunnumorgunin varð funnin í sjónum í Fuglafirði
 
16.03.2018 - 14:05

Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini, sigur, at kanningarnar vísa, at maðurin er farin til gongu eftir gamla Toftanesvegnum móti Gøtu. Har var hann áhaldsin, datt og fekk opið skallabrot. Hann er dottin oman í Breiðá og er síðani gliðin á sjógv.

Tað var sunnumorgunin, at løgreglan fekk boð um, at ein maður var funnin deyður í sjóvarmálanum við Breiðá, sum er millum Fuglafjørð og Kambsdal.

Løgreglan hevði leitað eftir manninum, tí tey avvarðandi settu seg í samband við løgregluna. Tey sóknaðust eftir manninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858