Leiðarar lovprísa Putin

Leiðarar lovprísa Putin
Fleiri altjóða politikarar ynskja Vladimir Putin til lukku, nú hann heldur fram sum forseti í Russlandi í seks ár afturat
 
19.03.2018 - 10:10

Ein teirra er forsetin í Kina, Xi Jinping, sum takkar russiska forsetanum fyri góða og rættvísa samstarvið millum londini.

Eisini forsetin í Kasakstan, Nursultan Nazarbayev, fagnar russiska forsetanum.

- Hann hevur framt víðfevndar sosialar og búskaparliga nýskipanir við góðum úrslitinum, sigur hann.

Forsetin í Aserbadjan, Ilham Aliyev, heldur valúrslitið verða greitt tekin um, at russiska fólkið vil eisini hava lóg og landaskil í Russlandi næstu seks árini, sum fer at bøta um livikorini enn meira.

Eisini forsetanir í Hvítarusslandi, Venesuela og Kuba hava borið russiska forsetanum góðynski.

Vladimir Putin fekk sløk 75 prosent av atkvøðunum á russiska forsetavalinum í gjár.

Eygleiðarabólkar siga, at valið fór ikki rætt fram.

Har vóru fleiri falskir atkvøðuseðlar, og somu fólk atkvøddu fleiri ferðir, skriva altjóða miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870