Andstøðan leggur eftir valinum

Andstøðan leggur eftir valinum
Í Russlandi heldur andstøðuleiðarin, at forsetavalið var órættvíst.
 
19.03.2018 - 11:51

Formaðurin í Kommunistaflokkinum, Pavel Grudinin, fekk 12 prosent av atkvøðunum.

Undir valstríðnum hevur hann ferðast í 18 landspørtum, og hann hevur havt eina greiða fatan av, at fólk vilja hava broytingar, tí tey hava ikki álit á politisku skipanini.

- Tað er eisini týðiligt, at nógv fólk hava havt tveir ella tríggjar atkvøðuseðlar. Tað hava vit sæð serliga í Moskva, sigur hann sambært altjóða miðlum.

Eygleiðarabólkurin Golos hevur sagt seg vera komin fram á valsvik. Millum annað vóru fleiri atkvøðuseðlar í kassunum, áðrenn valstøðini lótu upp.Sami eygleiðarabólkur var eisini forðaður í at sleppa framat valstøðunum.

Ein annar russiskur andstøðupolitikari, Aleksi Naval-ni, slapp heldur ikki at stilla upp. Hann hevði eggjað til kravgongur í Russlandi, tí hann helt forsetavalið í Russland verða ein glantrileikur.

Valnevndin vildi ikki loyva honum at stilla upp, tí hann hevur treytaðan dóm.

Fyribils uppteljingar vísa, at Vladimir Putin fær sløk 77 % av atkvøðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096