Álitið um alilógina klárt

Álitið um alilógina klárt
Við nøkrum broytingaruppskotum mælir øll nevndin løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni.
 
23.03.2018 - 08:18

Nógvu broytingarnar í alilógini eru komnar aftur úr Vinnunevndini, sum hevur skrivað álit.

Meirilutin í Vinnunevndini hjá løgtinginum, sum andstøðan eigur, mælir til at strika heimildina at selja aliloyvi á uppboði. Meirilutin heldur tað vera løgið, at landsstýrið ger so stóran mun á fiskivinnuni og alivinnuni. 

Aliloyvini skulu framvegis galda í 12 ár. Í fiskivinnuni kunnu loyvini vera galdandi í mesta lagi í átta ár. 

Í alivinnuni skulu verandi fyritøkur varðveita øll síni loyvi, men í fiskivinnuni eru okkurt um 30% av loyvunum tikin frá verandi feløgum og skulu seljast á uppboðssølu ella latast øðrum, sigur meirilutin í Vinnunevndini.

Hann vísir eisini á, at tey, sum fiska, skulu selja ein part av fiskinum á uppboði. Tað skulu alararnir ikki.

Vinnunevndin hevur havt málið síðani 17. januar. Nevndin hevur viðgjørt tað á átta fundum. 

Nakrar broytingar

Nevndarlimirnir eru samdir um nakrar broytingar, harafturat hevur meirilutin nøkur broytingaruppskot og minnilutin nøkur. 

Semja er um at seta í lógina, at um loyvi, sum verður givið til at ala onnur djóra- og plantusløg, sum liva í vatni ella sjógvi, enn laks og síl, ikki hevur verið brúkt í tvey fylgjandi ár, fellur tað aftur til landið.

Landsstýrismaðurin kann tó í serligum førum veita undantak frá tvey ára freistini, sigur Vinnunevndin. 

Frágreiðingar um alivinnuna

Minnilutin, sum í Vinnunevndini er samgongan, mælir til, at fjórða hvørt ár fyri 1. november leggur landsstýrismaðurin frágreiðing fyri løgtingið um støðuna í alivinnuni, og hvørjar ætlanir eru við henni.

Fyrsta frágreiðingin verður løgd fyri Løgtingið í 2020.

Løgtingið skal hava aðalorðaskifti um hesar frágreiðingar, heldur samgongan í Vinnunevndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204