- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Skilji væl ynskið um eina sjálvstøðuga tjóð
Tað sigur hon í bókini "Hvis Grønland river sig løs," skrivar Weekendavisen.
- Útgangsstøðið er grundlógin og sjálvstýrislógin, men einki er støðugt í politikki, so hvussu støðan verður um tíggju ella 20 ár, kann eg einki siga um nú, sigur Mette Frederiksen.
- Mær dámar tætt sambond og nógvan dialog. Men eg skilji væl ynskið um eina sjálvstøðuga tjóð, sigur Mette Frederiksen.
Hóast henda útsøgnin ikki er ein stuðul til tey í Grønlandi, sum vilja loysa í ríkisfelagsskapinum sum skjótast, so er ein av kendu serfrøðingunum í grønlendskum málum í Danmark ovfarin.
- Eg havi ongantíð hoyrt ein topp-politikara málborið seg so. Eftir øllum at døma er tað vorðið meiri liðiligt í samráðingunum millum Danmark og Grønland enn fyrr, sigur Ulrik Gram Pad, lektari á lærda háskúlanum í Aalborg, við Weekendavisen.
Mette Frederiksen vil ikki gera fleiri viðmerkingar, skrivar Ritzau.
Framsøgumaðurin hjá sosialdemokratunum í grundlógarmálum, Nick Hækkerup, sigur, at flokkurin vil ikki upploysa ríkisfelagsskapin.
- Men vit lata upp fyri møguleikanum sum frálíður, og tað er hvørki í dag ella í morgin, at broytingar kunnu verða gjørdar innan fyri karmin, sum ríkisfelagsskapurin er, sigur Nick Hækkerup við Ritzau.
Danski javnaðarflokkurin vil ikki í løtuni útgreina, hvussu nýggi karmurin fyri ríkisfelagsskapin skal síggja út.
- Tað veldst um, hvussu menningin verður í framtíðini.
- Í løtuni halda vit okkum til grundlógina og sjálsvtýrislógina, sigur Nick Hækkerup.