Rok í Sjálvstýri

Rok í Sjálvstýri
Eftir øllum at døma var Sjálvstýri í samráðingum um at gerast ein partur av samgonguni, men so skuldi ikki verða kortini
Kári P. Højgaard hevur trekt sín stuðul til pensjónsnýskipanina, tí hann metir, at eitt avtalubrot er farið fram, tá almenn arbeiðspláss verða tikin úr Eysturoynni og eingi verða sett í staðin
 
27.03.2018 - 12:10

Sambært skrivi frá formanninum, Jógvan Skorheim, so var flokkurin ikki samdur við fiskvinnupolitikkinum hjá samgonguni og kundi tískil ikki gerast partur av henni.  

Tað vísti seg tó, at hetta var ikki støðan hjá samlaða flokkinum, tí formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelagnum, Bjørn á Heygum segði við útvarpið í gjár, at tað var persónliga meiningin hjá formanninum, ið er ein forðing fyri einum samstarvi við samgonguna. Tað er ikki eitt mál, sum var viðgjørt í flokkinum.

Unga Sjálvstýri ósamt

Birgit Sivertsen, ið er forkvinna í Unga Sjálvstýri, segði í lesarabrævi í gjár, at tað var ikki rætt, sum Bjørn á Heygum segði, men at flokkurin hevði viðgjørt málini um samgongusamstarv og fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni á landsnevndarfundum. Í báðum førum var undirtøkan lítil í flokkinum.

Harafturat hevur Kári P. Højgaard nú meldað út, at hann hevur trekt sín stuðul til pensjónsnýskipanina, tí hann metir, at eitt avtalubrot er farið fram, tá almenn arbeiðspláss verða tikin úr Eysturoynni og eingi verða sett í staðin.

Kári P. Højgaard sigur, at tað var annars ein treyt, ið hann hevði sett samgonguni um hann, saman við Jógvani Skorheim, skuldi taka undir við fíggjarlógini og pensjónsnýskipanini.

Sjálvstýri í tvíningum

Sjálvstýri hevur verið ein stuðul hjá samgonguni í fíggjarlógini og í pensjónsnýskipanini, men higartil kann sigast, at tað hevur ikki givið tað úrslit, sum flokkurin ynskti. Millum annað var tað ein partur av semjuni við samgonguna, at 15 milliónir skuldu brúkast á Klaksvíkar sjúkrahúsi til nýggj læknahøli, men undirtøka var ikki fyri ætlanunum í Klaksvík, og tað datt tískil niðurfyri.

Eftir øllum at døma var tað eisini ein partur av avtaluni, at almenn arbeiðspláss skuldu flytast til Eysturoynna, men tann partin metir Kári P. Højgaard ikki at verða hildin.

Formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, sigur í viðmerking við útvarpið í dag, at hann vil einki siga alment um støðuna í flokkinum enn. Flokkurin fer at viðgera málini í flokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775