Strandferðslan darvað

Strandferðslan darvað
Tað er nógvur vindur í dag og hetta ávirkar ein part av siglingini hjá Strandferðsluni. Teistin avlýsir eitt nú túrar
 
27.03.2018 - 13:34

Tað er nógvur vindur í dag og hetta ávirkar ein part av siglingini hjá Strandferðsluni.

Teistin siglir seinasta túrin úr Skopun kl.16:35 og av Gomlurætt kl.17:20 í dag tann 27. mars.

Heri Norðberg, ferðslusamskipari, segði við tíðindini fyrrapartin at eisini siglingin hjá Rituni er ávirkað. Ritan fer ikki á Fugloynna í dag vegna illveður.

Tað er sannlíkt, at Teistin aftur siglir eftir ferðaætlanini í morgin tann 28. mars, segði Heri Norðberg.

Smyril broytta ferðaætlan

Tillagingar eru eisini á leiðini hjá Smyrli. 

Talan er um túrarnir kl. 8:30 og 16:00 úr Tórshavn og kl.11:00 og 18:30 av krambatanga, sum ikki verða sigldir í morgin tann 28. mars.

Hetta ávirkar eisini signlingina hjá Smyrli í kvøld. Túrurin í kvøld tann 27. mars kl.18:30 úr Tórshavn er fluttur til kl.21:15.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846