Bíða eftir kanning frá skaðanevndini

Bíða eftir kanning frá skaðanevndini
Strandfaraskip Landsins bíða eftir frágreiðingini hjá donsku skaðanevndini um vanlukkuna á Kirkju í Fugloynni tann 11. mars
 
27.03.2018 - 14:17

Strandfaraskip Landsins bíða eftir frágreiðingini hjá donsku skaðanevndini um vanlukkuna á Kirkju í Fugloynni tann 11.mars, tá ein ferðamaður, sum skuldi um borð á Rituna, fór á sjógv og doyði. Maðurin var staðkendur. 

Strandfaraskip Landsins fingu at vita í fjør frá ráðgevarafyritøkuni Knud E. Hansen, at skipanir eru, sum fáa fólk trygt í land og trygt umborð, hóast umstøðurnar eru tær somu sum á útoyggj í Føroyum.

Eisini hevur manningin á Rituni gjørt leiðsluna á Strandferðsluna varuga við vandan, sum er við atløguviðurskiftunum í Fugloynni.

Men stjórin, Hilmar Eliasen, hevur ongar viðmerkingar um vanlukkuna á Kirkju, fyrr enn frágreiðingin kemur frá skaðanevndini.

Den Maritime Havarikommission kom alt fyri eitt til Føroya at kanna vanlukkuna a Kirkju og skrivar nú frágreiðing um hana.

Eingin hevur biðið um sjófrágreiðing um hendingina á Kirkju sunnudagin 11.mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576