Luksemburg tekur sendiharra heim

Luksemburg tekur sendiharra heim
Luksemburg hevur boðsent sendiharra sínum í Russlandi um at koma heim til viðtalu, í kjalarvørrinum av nervaeitualopinum í Bretlandi
Sergej Skripal og dóttir hansara ótu á matstovuni Zizzi stutt áðrenn, tey óru funnin eitrað á einum beinki tætt við
 
28.03.2018 - 14:02

Tað boðar uttanríkisráðið í Luksemburg frá.

Bretland og onnur ES-lond halda, at alt bendir á, at Russland skipaði fyri álopinum á fyrrverandi njósnaran, Sergej Skripal, og dóttur hansara, Juliu.

Umleið 20 ES-lond hava víst russiskum diplomatum av landinum, teirra millum Danmark. Og USA hevur gjørt av at vísa 60 russiskum diplomatum av landinum.

Í gjár avgjørdi Nato at vísa sjey russarum, sum starvast á russisku deildini í Nato, av landinum.

Bretar siga, at nervaeitrið Novichok var brúkt at eitra Skripal og dóttur hansara í enska býnum Salisbury 4. mars. Tey vórðu funnin uttan vit á einum beinki í býnum. 

Novichok varð í sínari tíð ment í Sovjetsamveldinum, og tí er Russland undir illgruna fyri at hava eitra Sergej og Juliu Skripal. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375