Kanningin av landsstýrismanni og løgmanni liðug

Kanningin av landsstýrismanni og løgmanni liðug
Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal fáa í dag ella í seinasta lagi í morgin kanningina til ummælis. Teir fáa tvær vikur at gera viðmerkingar
 
03.04.2018 - 10:58

Kanningin hjá Kristinu Samuelsen, kanningarstjóra, av embætisførsluni hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni og eftirlitsskylduni hjá løgmanni er nú liðug.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fáa í dag ella í seinasta lagi í morgin kanningina til ummælis. Teir fáa tvær vikur at gera viðmerkingar.

Tað sigur Kristina Samuelsen, kanningarstjóri. Hon sigur, at tá løgmaður og landsstýrismaðurin hava viðgjørt kanning hennara, verður síðsta hond løgd á hana, og so verður kanningin latin løgtingsformanninum.

Løgtingið bað í august Kristinu Samuelsen um at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann og Aksel V. Johannesen, løgmann.

15 fólk í andstøðuni í løgtinginum bóðu um kanningarstjóra at svara seks spurningum um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá partafelagnum Nærabergi. 

Næraberg, sum er uppsjóvarskip, fekk veiðiloyvini hjá Eysturoyingi og Helenu, línuskipum, sum hava ligið í nógv ár.

Sjeyndi spurningurin er, um løgmaður hevur røkt sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fullgóðan hátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342