Ikki nærri semju í Danmark

Ikki nærri semju í Danmark
Ein samráðingarfundur millum kommunalu arbeiðsgevararnar og fakfeløgini, sum vardi í 16 tímar, endaði uttan úrslit í nátt.
Sophie Løhde, nýmenningarráðharri, stendur á odda fyri samráðingum millum kommunala arbeiðsgevararnar og fakfeløgini.
 
03.04.2018 - 11:10

Enn er ikki semja á almenna arbeiðsmarknaðinum í Danmark.

Ein samráðingarfundur millum kommunalu arbeiðsgevararnar og fakfeløgini, sum vardi í 16 tímar, endaði uttan úrslit í nátt.

Samráðingarnar, sum eru í semingsstovninum, halda fram á middegi í dag. Verkfall er lýst í morgin, og verkbann tann 10. apríl.

Men semingskvinnan, Mette Christensen, hevur útsett arbeiðssteðgin tvær vikur.

Verkfallið kann tí í fyrsta lagi byrja 22. apríl og verkbannið 28. apríl, skrivar Ritzau.

Ein møguligur arbeiðssteðgur á almenna arbeiðsmarknaðinum í Danmark umfatar millum annað skúlar, dagsstovnar, tokferðslu og sjúkrahús.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375