Kemiska vápnaeftirlitið á fund í Haag

Kemiska vápnaeftirlitið á fund í Haag
Kemiska vápnaeftirlitið hjá ST heldur skundfund fyrrapartin í Haag um eitranina av fyrrverandi russiska njósnaranum og dóttir hansara í Bretlandi
 
04.04.2018 - 10:13

Stovnurin kallast OPCW, sum stendur fyri Organisation for the Prevention of Chemical Weapons, og har hevur Russland eisini limaskap. OPCW kannar eisini álopið og skal gera niðurstøðu í málinum.

Sambært BBC er tað Russland, sum hevur biðið um skundfundin, tí Russland verður lagt undir at hava lagt atsóknina tilrættis. Russland noktar at hava havt nakað við atsóknina at gera og krevur, at Bretland lovar teimum at síggja prógvini í málinum.

Bretar ákæra russar

Men bretska uttanríkisráðið kallar fundin fyri eina roynd hjá russum at órógva arbeiðið hjá OPCW, nú stovnurin skal gera sína niðurstøðu um atsóknina í Salisbury.

- Eingin áseting er í kemisku vápnakonventiónini, sum krevur, at eitt offur fyri kemiskum vápnaálopi skal gera felags kanningararbeiði saman við tí, sum mest sannlíkt hevur framt illgerðina, sigur ein talsmaður við BBC.

Bretska stjórnin sigur, at einasta sannlíka frágreiðingin er, at Russland hevur ábyrgdina av morðroyndini.

Óvist hvar eitrið varð framleitt

Í gjár segði leiðarin fyri granskingarstovnin hjá bretsku hermegini við Sky News, at teirra kanningar hava víst, at talan var um nervaeiturið novichok, og at sannlíkt er, at ein sokallaður statsligur aktørur hevur fingið tað til vega. Men lagt varð afturat, at tað ikki var teirra uppgáva at staðfesta, hvaðani eitrið stavar, og at teirra stovnur ikki kann siga, at tað var Russland, sum hevði ábyrgdina. 

Leiðarin fyri granskingarstovnin segði eisini, at tey høvdu latið bretsku stjórnini síni kanningarúrslit, men at stjórnin hevur atgongd til fregnarupplýsingar, sum teirra stovnur ikki hevur. Tí byggir niðurstøðan hjá bretsku stjórnini eisini á onnur úrslit, segði Gary Aitkenhead við Sky News.

Bretska stjórnin sigur, sambært BBC, tað sama: at saman við øðrum fregnarupplýsingum, heldur stjórnin, at Russland hevur ábyrgdina av atsóknini.

Ikki heimilid at áleggja skuld

Kemiski vápnaeftirlitsstovnurin OPCW væntar at fáa úrslitini frá síni egnu óheftu av rannsóknarstovu innan eina viku.

OPCW hevur ikki heimild at áleggja skuld, men kann biðja Kreml um at tryggja teirra inspektørum atgongd fyri at tryggja, at allar kemiskar vápnagoymslur hjá fyrrverandi Sovjettsamveldinum í roynd og veru eru fyribeindar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521