Flytur herin til markið móti Meksiko

Flytur herin til markið móti Meksiko
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur givið herinum boð um at fara til markið móti Meksiko fyri at forða ólógligari tilflyting
 
05.04.2018 - 09:50

Trump skrivaði undir fyriskipanina, tí støðan er kritisk, boða Hvítu húsini frá.

Trump hevur seintastu vikuna ilskast um eina mótmælisgongu, har góð túsund miðamerikonsk mótmælisfólk eru á veg móti markinum millum Meksiko og USA.

Men hóttanin er tó ikki so álvarslig, tí mótmælisfólkini hava boðað frá, at mótmælisgongan endar í Meksiko Býi. 

Irineo Mujica, sum er leiðari fyri bólkinum, Fólk uttan landmark, sigur, at mótmælisfólkini gera, sum tey vilja í Meksiko Býi.

- Vit hava stuðulsbólkar við markið, um fólk hava tørv á hjálp, men so mugu tey ferðast sjálv, sigur Irineo Mujica.

Kirstjen Nielsen, ráðharri fyri innlendistrygd, sigur, at hon hevur tosað við guvernørar í útsynnings USA, har amerikonsku herdeildirnar verða sendar til, og at møguliga koma deildirnar longu mikudagin í næstu viku.

- Vit síggja framhaldandi ólóglig rúsevni, vandamikil harkalið, sum virka báðumegin markið og ólógliga tilflyting tvørtur um landamarkið her, sigur Kirstjen Nielsen, sum fyrr hevur sitið í ovastu leiðsluni í Hvítu húsunum.

Kritikarar sigar, at har er eingin kreppa við markið, og at talið av ólógligum tilflytarum er minkað støðugt seinastu árini. 

Í februar í fjør vóru 23.000 ólógligir tilflytarar tiknir, meðan í februar árið fyri vórðu 38.000 handtiknir. Í apríl í fjør vóru 15.000 ólógligir tilflytarar handtiknir, og tað er minni enn ein triðingur samanborið við apríl árið fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938