Hugtakið "Færøkunst" er deytt

06.04.2018 - 18:39
Lívsstílur
Hugtakið "Færøkunst" er deytt
Bert ein oljumálningur er við
Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen, tveir av fyriskiparunum av Várframsýningini 2018
Mynd: Leivur Thomsen  

Tað, sum vit vanliga seta í samband við føroyska gamla list, eru oljumálningar av landsløgum. Tað er tað, onkur nevnir sofalist - altso tað "oblikatoriska", sum hongur uppi yvir sofuni har heima. Gamaní er talan um fleiri landslagsmyndir, sum eru innkomnar - og tiknar við - í árligu Várframsýningina í Listasavni Føroya, sum byrjar í dag og heldur á til 29. apríl. Talan er ikki um oljumálningar men heldur um aðrar "listamiðlar", sum føroysk listafólk úttrykkja seg við í dagsins list - prent, video, pastell og annað, og landsløgini verða tulkað á ymsan hátt. Tó er ein abstraktur oljumálningur, sum listamaðurin Zacharias Heinesen hevur málað. Hoyr fyriskipararnar Jón Sonna Jensen og Randi Samsonsen greiða frá um urvalið, nevndin fyri Framsýningina hevur valt út

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923