Hoydal: Spjaðing og samfelagsgjáir ein avbjóðing

07.04.2018 - 14:49
InnlendisPolitikkur
Hoydal: Spjaðing og samfelagsgjáir ein avbjóðing
Gjáir verða grivnar djúpri í dagsins samfelag, sigur formaðurin í Tjóðveldi í formansrøðu

Millum tær størstu avbjóðingarnar er tann spjaðing og tær gjáir, ið bæði eru veruligar, men sum eisini verða grivnar djypri í dagsins samfelag, sigur Høgni Hoydal í formansfrágreiðingini á flokstinginum hjá Tjóðveldi.

Høgni Hoydal sigur millum annað soleiðis í formansfrágreiðingini:

"Her hugsi eg um ta sosialu gjónna, ið framvegis má mjækkast millum inntøkubólkarnar í landinum, har ongin skal liva í fátækraváða og øll skulu hava sømilig or og menningarmøgileikar. Tann gjógvin sum er millum partar av landinum við vinnumøguleikum og meanningarmøguleikum. Serliga eru Suðuroyggin og Sandoyggin, men eisini aðrir partar partar av landinum – og ikki minst útoyggjar – í eini skeivari gongd. Og sjálvsagt skulu átøk gerast. Fyri Suðuroynna og Sandoynna eru samferðslumøguleikar avgerandi umframt onnur átøk. Og skulu vit halda fram at byggja landið saman eftir eini skipaðari og fíggjaðari ætlan. Suðuroyartunnil umframt aðrar samferðslíløgur – tildømis her norður um fjall og til smábygdur – skulu og fara at verða gjørdir, men við skil á fíggingini og búskapinum, so vit ikki missa møguleikan at mennast. Og sjálvsagt eigur landið at gera eina ætlan fyri, hvussu vit eisini hava almenn arbeiðspláss og tænastur kring landið, so at til ber at mennast í eini betri javnvág. Gjógvin millum tað handaliga og tað bókliga – millum tað yrkisrættaða, vinnuliga og tað meira akademiska. Her er talan um eina gjógv, ið á mangan hátt er púra óneyðug at mana fram. Munurin millum í útbúgvingum, royndum og førleikum tá røðrum um tað akademisk og tað yrksirættað, eigur als ikki at vera ein trupulleiki. Tí bæði treytað hvørt annað og eiga at metast ájvant."

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, ið Rógvi Olavson gjørdi við Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, beint eftir at hann hevði hildið formansrøðuna fyrrapartin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 10 mannafør
209038