Orbán varðveitir valdið í Ungarn

Orbán varðveitir valdið í Ungarn
Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, varðveitir valdið eftir sannførandi valsigur, og samgongan er nóg stór at broyta grundlógina
 
09.04.2018 - 08:57

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, varðveitir valdið eftir sannførandi valsigur. Samgongan hjá honum er nóg stór til at fáa greiðan meiriluta fyri at broyta grundlógina.

Orban segði sjálvur, tá hann tosaði við viðhaldsfólk eftir at valúrslitið var greitt ígjárkvøldið, at valsigurin er søguligur.

Tá meginparturin av atkvøðunum vórðu upptaldar, stóðu flokkurin hjá Orbáns, Fidesz og samstarvsflokkurin KDNP, til at fáa 134 av teimum 199 sessunum í tjóðartinginum.

Sostatt hava flokkarnir tryggjað sær tveir triðjingar av sessunum, - altso greiðan meiriluta, og tá ber til at broyta grundlógina. 

Tá 98,8 prosent av atkvøðunum vóru upptaldar, hevði Fidesz fingið 48,8 prosent av avkvøðunum. 

- Vit vunnu. Kæru vinir, vit hava stríst, og vit hava tryggjað okkum søguligan sigur. Vit hava møguleikan, - vit kunnu nú verja Ungarn, segði Orbán í talu síni til viðhaldsfólk, tá úrslitið var greitt.

Valluttøkan var 68,8 %. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980