Julia Skripal útskrivað

Julia Skripal útskrivað
Julia Skripal, dóttir fyrrverandi russiska dupult-agentin, Sergei Skripal, er nú útskrivað frá sjúkrahúsi í Salisbury í Onglandi
33-ára gamla Julia Skripal, dóttir fyrrverandi russiska njósnarin Sergej Skripal, er nú útskrivað
 
10.04.2018 - 11:15

Fyri einum mánaði síðani vórðu hon og pápi hennara funnin uttan vit á einum beinki í Salisbury. Tey vóru bæði í lívsvanda, men nú er hon útskrivað, og pápin er ikki longur í lívsvanda.

Julia Skripal er framvegis russiskur ríkisborgari, men hon hevur nú søkt um politiskt friðskjól í Bretlandi. 

Russiskir myndugleikar hava biðið um at hitta hana, men tað verður neyvan av nøkrum, tí bretar leggja Russland undir at hava framt drápsroyndina.

33 ára gamla Julia kom saman við pápa sínum til Bretlands 3. mars - dagin fyri at hon og pápin vórðu funnin við ongum viti á einum beinki í Salisbury.

Løgreglan hevur illgruna um, at tey eru eitrað við einum sjáldsomum nervaeitri, sum tey fingu á seg, tá tey tóku í handtakið á úthurðini heima hjá pápanum í Salisbury.

Hildið verður, at nervaeitrið, novichok, sum er framleitt í Russlandi, er smurt á handtakið.

Keldur á sjúkrahúsinum í Salisbury siga, at pápin er í batningi av viðgerðini hann fær, og at hann ikki longur er í lívsvanda. 

Bretsku myndugleikarnir bíða eftir at avhoyra pápa og dóttur, tí tey eru høvuðsvitni í drápsroyndini 4. mars, skrivar YLE.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162