Fróði Bjarnason vann Stella Polaris / Sement

Fróði Bjarnason vann Stella Polaris / Sement
Finalan í tónleikakappingini Stella Polaris / SEMENT var í Reinsarínum í Havn í gjárkvøldið.
 
15.04.2018 - 09:28

Seks bólkar og einstaklingar høvdu spælt seg í finaluna.

Tá avtornaði var tað Fróði Bjarnason, ið vann kappingina.

Bólkurin Skjót boðberan gjørdist nummar tvey, og Sperol endaði á triðja plássi.

Dómararnir fegnaðust um høga stigið í kappingini, og at tónleikararnar komu úr øllum landinum.

Hetta er fyrstu ferð, at rútmiska tónleikakappingin, SEMENT, og klassiska kappingin, Stella Polaris, verða hildnar saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483