- Fær álvarsligar avleiðingar fyri allan heimin

- Fær álvarsligar avleiðingar fyri allan heimin
Fer vesturheimurin aftur at søkja at málum í Sýria, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri allan heimin. Tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin
 
16.04.2018 - 10:05

Hann hevur tosað við iranska forsetan, Hassan Rouhani, og teir eru samdir um, at álopið leygarnáttina hevur skatt møguleikarnar fyri eini samtytkt um stríðið í Sýria, sum nú hevur vart í sjey ár.

At USA, Bretland og Frakland søktu at trimum málum í Damaskus og Homs, er í stríð við ST samtyktir, stendur í boðunum úr Moskva.

Amerikanski ST sendiharrin, Nikki Haley, segði í trygdarráðnum hjá ST í gjár, at vesturheimurin er til reiðar at søkja at fleiri málum í Sýria, um landið nýtir eiturvápn ímóti fólkinum.

Tað var Russland, sum hevði kallað trygdarráðið saman, men landið fekk ikki undirtøku fyri at fordøma álopið.

Nú sigur amerikanski ST sendiharrin, at tilknýtið sum Russland hevur til sýriska forsetan, Bashar al Assad, fer at fáa fylgjur. Eisini sigur hon, at USA fer at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi - serliga tí partinum av virkseminum sum landið hevur í Sýria, og at landið hjálpir Assad forseta, m.a. við eiturvápnum.

Nikki Haley segði eisini, at amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Steven Mnuchin, fer at almannakunngera tiltøkini í dag.

- Russland er til reiðar at taka ímóti amerikonsku revsingini, sigur formaðurin í russisku verjunevndini, Evgeny Seerebrennikov.

- Tað verður torført, men tiltøkini fara at hava størri ávirkan á USA og Evropa, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086